TRÚARSPURNINGAR

Hvussu verði eg ein kristin?

  • At blíva ein kristin er nakað, ið fullkomuliga fer at broyta títt lív. Fyri at hetta skal gerast veruleiki, má ein trúgva, at Jesus doyði okkara vegna á krossinum, og at Hann harvið tók okkara skuld og synd á Seg. Henda gerð Jesusar gevur okkum vón, frið og lív. Jesus er okkara Frelsari! Og Hann fer at geva okkum ævigt lív aftan á deyðan, men enn betri: Hann ynskir, at vit skulu hava samfelag við Seg longu her og nú.
  • At blíva ein kristin er ein gáva, ið Gud gevur, tá Hann sannførir okkum um okkara synd, og at vit hava tørv á at koma at kenna Hann. Her eru nakrar hendingar, ið vanliga fara fram í lívinum hjá ein einstaklingi, tá viðkomandi merkir kraft Guds virka í sínum lívi:
    • Kenna at Gud hevur skapt teg, at Hann elskar teg og ynskir at hava samfelag við teg (Jóhannes 3:16)
    • Kennir á tær, at tú ert ein syndari (Rómbrævið 3:23), og at tú kanst onki gera fyri at bjarga/broyta teg.(Rómbrævið 6:23). Bíblian lærir, at vit eru øll syndarar – tað merkir í stuttum, at vit ikki megna at ‘liva upp til’ Guds standard, tá talan er um reinleika og heilagleika. Sjálvt okkara bestu gerðir klára ikki at máta seg við Guds krøv.
    • Tú skilir, at Gud tók fyrsta fetið við at senda Jesus Kristus at doyggja fyri tínar syndir, og at Hann er vegurin til frelsu (Jóhannes 3:16). Jesus segði: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Ongin kemur til Faðirin uttan við Mær.” (Jóhannes 14:6).
    • Vend tær burtur frá synd tíni (Ápostlasøgan 2:38) og tak ímóti Guds fríu náðigávu (Effesusbrævið 2:8). At venda sær burtur merkir bókstavuliga, at tú vendir við og gongur ein annan veg. Tað er at fara av einari lívsleið inn á eina aðra. Lívið verður nú livað saman við Gudi.
    • Tak ímóti Guds fyrigeving og fá Heilaga Andan inn í títt lív (Ápostlasøgan 2:38-39).
    • Tak ímóti Jesusi Kristi sum Harra og Frelsara tínum.

Fortel mær um bøn

  • Tað kemur javnan fyri, at vit ikki vita, hvussu vit skulu náa einum máli, og vit kunnu enntá koma longur burtur frá málinum, tí vit ganga skeivan veg, meðan vit leita. Tað verður til dømis ofta skemtað við, at mannfólk hava torførari við at spyrja um veg, enn konufólk, tá teir skulu finna onkran búðstað.
  • Meðan vit eru á lívi, kunnu vit ongantíð siga, at NÚ eru vit endaliga nádd á mál. Øll hava uppgávur, forðingar og eitt og annað at stríðast við. Tá er mangan gott at hava onkran at ráðføra seg við á leiðini. Gud hevur givið okkum bønina sum eitt amboð at samtala við Hann á lívsleið okkara. Bønin er okkara máti at biðja um vegleiðing á lívsleiðini, og er samstundis ein máti, vit kunnu prísa Honum og biðja um fyrigeving fyri syndir.
  • Niðanfyri eru nakrir spurningar og svar, ið kunnu hjálpa tær at skilja endamálið við bøn.

Hvat er bøn?

  • Bøn er at tosa við Gud. Tær nýtist ikki at brúka ‘stór’ og flott orð ella serligt orðalag, tá tú tosar við Gud.
  • Guds Orð sigur, at vit skulu biðja. Aftan á at tú hevur lisið í Orðinum, kanst tú til dømis biðja til Gud, og siga, hvat tú lærdi, meðan tú læs.
  • Bøn er ein partur av at tilbiðja Gud. Kristin hava ofta tað tey kalla eina ‘stilla løtu’, har tey lesa og biðja til Gud. Tá brúkar ein tíð til at lesa, biðja og hugsa um Gud.
  • At hava eina stilla løtu hvønn dag, er ein góður vani at fáa sær, tí tað styrkir um sambandið millum teg og Gud.

Hvørja ávirkan hevur bøn á meg?

  • Bøn vísir, at eg líti á Gud, og at mær tørvar Hann.
  • Bøn varðveitir og styrkir samfelagið við Gud, og gevur mær høvið at luta mínar innastu kenslur við Hann.
  • Bøn gevur mær høvi at leggja mín egna tørv og tørvin hjá øðrum menniskjum fram fyri Gud (Efesusbrævið 1:15-17; 3:14; 6:19).

Hví biðja vit?

  • Tað stendur í Bíbliuni (Matteus 6:9).
  • Fólk í Bíbliuni bóðu, Jesus bað eisini (Markus 1:34-35)
  • Bøn stimbrar persónliga samfelagið við Gud.
  • Eg kann biðja fyri øðrum.

Hvussu skal eg biða?

  • Við opnum ella afturlatnum eygum? Hart, teskandi ella innantannað? Tað stendur onki beinleiðis í Bíbliuni um, hvussu vit skulu biðja, tó at fólk flest lata eyguni aftur.
  • Tá ið tú biður, kanst tú tosa við Gud á sama hátt, sum tá ið tú tosa við vanlig fólk, tú hevur virðing fyri.
  • Brúka vanlig orð – tað er óneyðugt at læra serligar setningar og háfloygd orð.
  • Tosa við Gud um tað, tú hevur lisið og upplivað gjøgnum dagin.
  • Nøkur hava ein lista við bønarevnum, ið hjálpir teimum at minnast ymiskt at biðja fyri.

Hvat skal eg biðja fyri?

  • Bið fyri tínum egnu tørvum – bið fyri familju og vinfólki.
  • Bið fyri samkomuni – leiðsluni og teimum ið hjálpa til, og bið fyri ymsu tænastunum, ið verða gjørdar í samkomuni.
  • Bið fyri trúboðarum – Til dømis kanst tú læra teg nøvnini á nøkrum teirra, og síðani biðja javnan fyri teimum.
  • Bið fyri Føroyum og bið fyri teimum, ið stýra landinum.

Er munur á bønum?

  • Bønir kunnu hava ymisk snið og endamál, men tað er ongin máti, ið er ‘rættari’ enn ein annar. Bønir tínar kunnu millum annað fevna um:
    • Tilbiðjan og lovprísan
    • Fyrigeving av synd
    • Tøkkir fyri ymiskt
    • Bøn fyri onkrum serligum tørvi

Svarar Gud bønum?

  • Ja, tað ger Hann – men ikki altíð á tann hátt, ið vit høvdu væntað. Vit mugu læra at líta á, at Gud veit best, hvat okkum tørvar. Men vit hvíla í vissuni um, at Hann vil okkum tað besta, og ynskir at taka sær av okkum.
  • Tað kemur meira enn so fyri, at svarið er “Nei” ella “Bíða!”

Hvat er Bíblian?

  • Gud hevur givið okkum Bíbliuna, so vit kunnu brúka Hana sum vegleiðing gjøgnum lívið.
  • Her eru nakrir sannleikar um Bíbliuna, og hvussu vit kunnu lesa í Henni

Bíblian er Orð Guds

  • Kristin trúgva, at Bíblian er Orð Guds og er innblást av Gudi (Seinna Timoteusarbræv 3:14-17).
  • Sálmur 119 er longsti sálmur í Bíbliuni og vísir ymsa staðni á Orð Guds, og hvussu Orðið kann vegleiða okkum.
  • Gud hevur altíð tosað við Sítt fólk (Hebrearabrævið 1:1), og tað ger Hann enn í dag millum annað við Bíbliuni.

Bíblian er dagliga føði okkara

  • Les javnan Orð Guds – ger tað hvønn dag. Ger tað til ein vana, ið tú ikki kanst verða fyri uttan.
  • Hevur tú ikki lisið í Bíbliuni áður, kanst tú til dømis byrja við at lesa alt Fyrsta Bræv Jóhannesar. Tá tað er lisið, kanst tú halda áfram at lesa Jóhannesar evangeliið, har tú lærir um lív Jesusar.
  • Verð ikki kedd/ur ella mótfallin, um tú ikki skilur alt, tú lesur. Fólk flest skilja ikki alt, tey lesa í Bíbliuni! Spyr onnur trúgvandi, um tey kunnu hjálpa tær at skilja ymisk skriftstøð.
  • Tað ber eisini til at byrja varliga. Eitt ørindi um dagin er betri enn onki.

Lær teg at lesa á rættan hátt

  • Ver vakin og umhugsin meðan tú lesur
  • Ver móttakilig/ur mótvegis Guds rødd, meðan tú lesur, tí Hann kann tosa við teg gjøgnum tað, tú lesur.
  • Byrja við at lesa ein bók í Bíbliuni, og les hana lidna, áðrenn tú fert víðari.
  • Nýt annað tilfar, sum til dømis bíbliuorðabøkur og leksikon, meðan tú lesur.
  • Hugsa um, hvat Gud vil siga við teg, og bið Hann vegleiða teg gjøgnum tað, tú lesur
  • Lær teg okkurt ørindi uttanat. Tað kann verða til styrki og vegleiðing aðrar tíðir.

Bíblian er ein bók samansett av fleiri bókum

Bíblian er býtt upp í tveir partar:

  • Gamla Testamentið – Er í høvuðsheitum ein frásøgn um Gud og Hansara samband við Sítt fólk Ísrael, men er eisini ein forsøgn fyri Jesus Krists verki á jørðini. Tað eru 39 bøkur í Gamla Testamenti, og tær kunnu bólkast soleiðis:
  • Mósibøkurnar
  • Søgubøkurnar
  • Vísdómsbøkurnar (íroknað Sálmabókina)
  • Profetabøkurnar
  • Nýggja Testamentið – Er ein frásøgn um Jesusar lív og virki og um stovanina av samkomuni á jørð. Tað er 27 bøkur í Nýggja Testamenti, og tær kunnu býtast upp í hesi bókmentasløg:
  • Evangeliini (Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes)
  • Søgubøkur (Ápostlasøgan)
  • Brøvini
  • Opinberingin

Hvussu kann eg siga øðrum frá míni trúgv?

  • Tá vit hava upplivað okkurt serligt, til dømis verið á einum óvanliga góðum hotelli, luta vit okkara uppliving við onnur. Tí eiga vit á sama hátt at siga øðrum frá tí, sum er hent í okkara lívi, tá ið vit komu til trúgv á Jesus. Hetta er einasti máti onnur kunnu finna sama friðin, ið okkum er givin.
Her eru nakrar hugleiðingar, ið møguliga kunnu hjálpa tær við at fortelja øðrum um tína trúgv.
    • Týdningurin av at luta sína trúgv við onnur.
    • Jesus ynskir, at vit siga frá um okkara trúgv. Hann biður okkum um at gera onnur til ‘lærisveinar Hansara’ (Matteus 28:19-20
    • Tað váttar, at tú trýrt á Kristus. Um tú veruliga trýrt á Kristus, so fert tú at vilja fortelja tað fyri onkrum.
    • Tað styrkir teg í tíni egnu trúgv. Tá tú greiðir øðrum frá, at tú ert ein trúgvandi, fert tú at broyta teg, soleiðis at tú eisini livir, tað tú sigur.

Tíðindi

  • 22.11.16

    Tá talan er um frelsuna so er alt og nógv upp á spæl til at fara tilfeldiga um hettar.

    Les meira...

  • 22.11.16

    Tá talan er um frelsuna so er alt og nógv upp á spæl til at fara tilfeldiga um hettar.

    https://youtu.be/lH21BxJHcWY

     

    Les meira...
  • 14.09.15

     

    Viðtalur við samkomuleiðaran í Hebron

    Hvønn mánadag, týsdag og mikudag millum kl. 13 og kl. 16 er Jógvan Jacobsen at hitta…

    Les meira...
  • 22.06.14

     

    Sverri Steintún tosar um:

    Hirðin í forbøn fyri fólki Guds

    Trýst…

    Les meira...
  • 02.07.13

    HEBRON - heystið 2016!

    Sunnudagar er morgunmøti kl. 10:30. Sunnudagsskúli kl. 12:00 og møti kl. 12:00.

    Les meira...

Hebronblaðið

Tilmelda teg Hebronblaðið.





Les Hebron blaðið fyri juni 2015


Ung

í Hebron

Squash er fyri tey, ið ganga í 5.-8. flokki og er nú hvørt týskvøld kl. 19:00 til kl. 20:30 í Hebron. Vit spæla, hoyra bíbliusøgu, hava spurnarkappingar, fáa ein góðan drekkamunn og vit práta og hugna okkum saman. - Sí kalendaran!

Ungdómsbólkur er hvørt sunnukvøld kl. 19:00 og er fyri ung í 8. flokki og uppeftir.

Les meira...

Kalendarin

Last month November 2017 Next month
M T M H F L S
week 44 1 2 3 4 5
week 45 6 7 8 9 10 11 12
week 46 13 14 15 16 17 18 19
week 47 20 21 22 23 24 25 26
week 48 27 28 29 30