VÆLKOMIN í Hebron
Vit ynskja:
- at øll skulu kenna seg væl - bæði smá og stór, ung og gomul
- at vísa fólki vegin, sannleikan og lívið sum er Jesus
- at hjálpa fólki at mennast í trúnni á Jesus
Vit ynskja at náa hesum málum við at hava møtir og tiltøk, har boðskapurin um Jesus verður framborðin, bæði í talu og sangi.
Vit ynskja at leggja dent á kveikjandi prát og samveru, góðan tónleik og lovsong og á sunna læru úr Bíbliuni.
Vit ynskja eisini at leggja dent á felags uppbygging við t.d. at møtast í húsbólkum go verða til tænastu fyri okkara medmenniskju, bæði kristin eins væl og ikki-kristin.
Í faldaranum um Hebron er meira kunning um virksemi í samkomuni.