BØN
Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið! Kol. 4,2
Bønarrúm
Vit ynskja, at bøn skal vera ein sentralur og náttúrligur partur av samkomulívinum. Í sambandi við tiltøk í Hebron er høvi at fara inn í bønnarúmið at hava eina stilla løtu, eina samtalu ella at biðja saman við onkrum.
Bønarmøti mikukvøld kl. 20.00
Aftan á bíbliutíman mikukvøld er bønarløta. Eina ferð um mánaðin er familjumøti kl. 17.30 við døgverða og bønarløtu aftaná.
Bønarløta fyri kvinnur mikumorgun kl. 10.00
Afturvið einum drekkamunni sita vit fyrst allar saman og práta. Vit biðja fyri skúlunum og øðrum viðkomandi tørvum. Aftan á fara vit saman í smáar bólkar, har vit biðja fyri familjuni hjá hvørjari aðrari. Allar gentur og kvinnur er vælkomnar.