RÁÐGEVING
Vit ynskja fegin at vera til taks og hjálpa tær eftir førimuni. Tær nýtist ikki at siga hvør tú ert - tú kanst vera dulnevndur, um tú ynskir tað, og vit hava sjálvsagt tagnarskyldu.
Tú ert vælkomin at senda teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it ella at ringja á tel. 590793 um tú hevur onkran átrúnaðarligan spurning, hevur tørv á at tosa um eitthvørt, ið nívir ella tyngir teg, ella bert hevur tørv á at tosa við onkran.
Jógvan Jacobsen hevur viðtalu í Hebron hvønn hósdag kl. 14.00 til 17.00, har tú eisini ert vælkomin at hitta hann.Ruth Gaardlykke hevur viðtalu í Hebron hvønn mánadag kl. 14.00 til 17.00, har tú ert vælkomin at hitta hana.