Telefontænastan:

Hevur tú spurningar viðvíkjandi onkrum, sum tú sært á heimasíðuni ella ynskir tú at vita meira um eitt ávíst tiltak, ert tú vælkomin at ringja til okkara.

Eisini ert tú vælkomin at ringja, um tú hevur onkran átrúnaðarligan spurning, hevur tørv á at tosa um eitthvørt, ið nívir ella tyngir teg - ella bert hevur tørv á onkrum at práta við.

Vit ynskja fegin at vera til taks og hjálpa tær eftir førimuni. Tær nýtist ikki at siga, hvør tú ert (ella: tú kanst vera dulnevndur) um tú ynskir tað, og vit hava sjálvsagt tagnarskyldu.

Vit svara telefonini millum kl. 16.00-23.00 - Telefonnr. er 59 07 93.

 

Viðtala:

Jógvan Jacobsen er at hitta í Hebron hvønn hósdag millum kl. 14-18.

Hevur tú tørv á onkrum at práta við um onkran andaligan ella bíbilskan spurning, ella heur tú tørv á at tosa um eitthvørt, ið tyngir ella nívir teg, ert tú vælkomin inn á gólvið í Hebron ásettu tíðina. Jógvan er klárur at tosa við teg. Tú ert eisini vælkomin, um tú hevur tørv á forbøn!

"Eg ynski fegin at lurta, biðja og vegleiða eftir førimuni", sigur Jógvan, sum sjálvsagt eisini hevur tagnarskyldu.

 

 

Kunning

  • 12.03.18
    So at siga øll kunning viðvíkjandi Hebron á Argjum er á Facebook. Vit hava eina Facebooksíðu, sum eitur Hebron á Argjum - Vælkomin! Tú ert vælkomin at dáma síðuna og harvið fáa boð um dagføringar. Á kalendaranum til høgru á heimasíðuni stendur nær og hvørji tiltøk eru í Hebron!
    Les meira...

Orðið


Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.  John. 3.16

 

Kalendarin

Last month Oktober 2019 Next month
M T M H F L S
week 40 1 2 3 4 5 6
week 41 7 8 9 10 11 12 13
week 42 14 15 16 17 18 19 20
week 43 21 22 23 24 25 26 27
week 44 28 29 30 31