Squash:
Hvørt hóskvøld frá kl. 19:00 til 20:30 er Squash, og tað er tiltak fyri børn og ung, sum ganga í 5.-8. flokki. - Hetta er í vetrarhálvuni. Í kalendaranum uttast til høgru sæst, nær Squash er.
Í Squash spæla vit spøl, hoyra bíbliusøgu, fáa ein góðan drekkamunn, práta og hugna okkum saman.
Tað eru altíð minst 4 vaksin við, tá ið Squash er.
Ungdómsbólkurin:
Annaðhvørt sunnukvøld kl. 19 møtast tey ungu í Hebron. Í kalendaranum uttast til høgru síggja tit, nær ið tað er.
Ungdómsbólkurin er fyri ung í 8. flokki og uppeftir. Vit gjøgnumganga ymisk bíbilsk evni, fáa vit ein góðan drekkamunn, práta og hugna okkum saman.
Tað eru altíð minst 2 vaksin, tá ungdómsbólkur er.