VIT STUÐLA

Barnaheimið Shanti í India - Sunnudagsskúlin hevur innsavning fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði

Shanti Bethel er eitt barnaheim í India, uttanfyri Mumbai. Har búgva 26 foreldraleys børn í aldrinum 2-17 ár.

Tíðliga í 2004 byrjaðu Rajendran og Saloma hetta arbeiðið. Tey eiga sjálvi tveir stórar dreingir. Hesi fólkini hava givið sítt lív til at hjálpa hesum 26 børnunum, ið øll koma úr sera torførum umstøðum.

Fólk, ið hava vitað um barnaheimið, hava fingið hesi børnini inn á barnaheimið. Tørvurin á barnaheimsplássum er sera stórur, men í núverandi støðu er ikki pláss fyri fleiri foreldraleysum børnum á barnaheiminum Shanti.

Børnin fáa ein góðan uppvøkstur í heimligum umhvørvi. Tey fáa mat í munnin hvønn dag, klæðir á kroppin, læra reinføri, ganga í skúla, fáa læknahjálp og verða upplærd í Guds orði. Um tey ikki vóru komin higar, høvdu tey allarhelst verið gøtubørn i Mumbai

At gera hetta arbeiðið hevði verið ómøguligt uttan stuðul úr Føroyum.

Hvussu er ein gerandisdagurin á Shanti?

Barnaheimið er umleið 65 fermetrar til støddar og er í tveimum hæddum. Harafturat er ein terassa uppi á takinum.

Her búgva Rajendran og Saloma saman við teimum 26 børnunum.

At hjálpa sær í gerandisdegnum hava tey kokk, vaskifólk og lektiuhjálparfólk. Hesi arbeiða nakrar tímar um dagin.

Børnini fara hvønn dag í skúla. Tey 5 ára gomlu og eldri fara við bussi og verða eisini koyrd heimaftur í bussi umleið kl. 15.

Børnini hava øll ávísar skyldur at hjálpa til á Shanti, t.d. við matgerð, rudding o.a.

Uttanum húsini eru góðiar umstøður hjá børnunum at spæla og íðka ítrótt.

Hvussu er arbeiðið á Shanti skipað?

Arbeiðið á barnaheiminum er skipað sum ein vælgerandi sjálvseigandi stovnur. Hesin eigur eisini bygningin, sum barnaheimið er í. Í Føroyum er eisini ein ikki vinnuligur grunnur settur á stovn. Hesin hevur til endamáls at stuðla barnaheiminum Shanti í India.

Hvussu nógv kostar tað um mánaðin at reka barnaheimið?

Hvønn mánað eru úteiðslur til m.a: mat, skúla, skúlabúnar, skúlabuss, streym, vatn, lækna, løn til hjálparlærara og køkshjálp.

Tilsamans kostar tað uml. 8.000 – 10.000 kr. um mánaðin at reka barnaheimið. Harafturat koma viðlíkahaldsútreiðslur av bygninginum.

Hvussu kanst tú hjálpa?

Ynskir tú at stuðla hesum arbeiði, ber til at flyta eina peningagávu á konto hjá grunninum Shanti kontonr. 9181 1489560 Allur peningurin fer óskerdur til raksturin av barnaheiminum.

"Tað sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!” Matt 25:40

Tíðindi

  • 22.11.16

    Tá talan er um frelsuna so er alt og nógv upp á spæl til at fara tilfeldiga um hettar.

    Les meira...

  • 22.11.16

    Tá talan er um frelsuna so er alt og nógv upp á spæl til at fara tilfeldiga um hettar.

    https://youtu.be/lH21BxJHcWY

     

    Les meira...
  • 14.09.15

     

    Viðtalur við samkomuleiðaran í Hebron

    Hvønn mánadag, týsdag og mikudag millum kl. 13 og kl. 16 er Jógvan Jacobsen at hitta…

    Les meira...
  • 22.06.14

     

    Sverri Steintún tosar um:

    Hirðin í forbøn fyri fólki Guds

    Trýst…

    Les meira...
  • 02.07.13

    HEBRON - heystið 2016!

    Sunnudagar er morgunmøti kl. 10:30. Sunnudagsskúli kl. 12:00 og møti kl. 12:00.

    Les meira...

Hebronblaðið

Tilmelda teg Hebronblaðið.





Les Hebron blaðið fyri juni 2015


Ung

í Hebron

Squash er fyri tey, ið ganga í 5.-8. flokki og er nú hvørt týskvøld kl. 19:00 til kl. 20:30 í Hebron. Vit spæla, hoyra bíbliusøgu, hava spurnarkappingar, fáa ein góðan drekkamunn og vit práta og hugna okkum saman. - Sí kalendaran!

Ungdómsbólkur er hvørt sunnukvøld kl. 19:00 og er fyri ung í 8. flokki og uppeftir.

Les meira...

Kalendarin

Last month November 2017 Next month
M T M H F L S
week 44 1 2 3 4 5
week 45 6 7 8 9 10 11 12
week 46 13 14 15 16 17 18 19
week 47 20 21 22 23 24 25 26
week 48 27 28 29 30