AT GEVA

 

Onkrar meginreglur um at geva finna vit í 2. Kor. 9: 6 – 15.

Hví skulu vit geva nakað til Harrans verk?

Fyri tað fyrsta, so elskar Gud teg á ein serligan hátt, um tú ert ein glaður gevari.

Fyri tað næsta, so fer Gud at signa teg, um tú ert ein glaður gevari. Gud veit, at tú fert at geva tað aftur –
og tað fer at gera teg føran fyri at gera alt gott verk.

Fyri tað triðja, og tað er tað týdningarmesta við at geva, at Gud verður heiðraður.
Ørindi 12 sigur, at mong takka Gudi, og ørindi 13 sigur, at tey koma at prísa Gudi.

Tað er tað, sum hendir, tá vit geva til Harrans verk.

Hetta er tað týdningarmesta endamálið við at geva: At Gud verður takkaður
og verður prísaður. Tað er tað, sum alt snýr seg um. Tað er sjálvt endamálið við lívinum: At prísa Gudi.

Tað er sanniliga ein frammíhjárættur at geva til Harrans verk. Tí Gud elskar okkum á ein
serligan hátt. Gud fer at signa okkum ríkiliga, so vit verða før fyri at geva enn meiri til Harrans verk.
Og so tað avgerandi: At Gud fær heiður og lov og prís.

 

Kunning

  • 12.03.18
    So at siga øll kunning viðvíkjandi Hebron á Argjum er á Facebook. Vit hava eina Facebooksíðu, sum eitur Hebron á Argjum - Vælkomin! Tú ert vælkomin at dáma síðuna og harvið fáa boð um dagføringar. Á kalendaranum til høgru á heimasíðuni stendur nær og hvørji tiltøk eru í Hebron!
    Les meira...

Ung

í Hebron

Squash er fyri tey, ið ganga í 5.-8. flokki og er nú hvørt hóskvøld kl. 19:00 til kl. 20:30 í Hebron. Vit spæla, hoyra bíbliusøgu, hava spurnarkappingar, fáa ein góðan drekkamunn og vit práta og hugna okkum saman. - Sí kalendaran!

Ungdómsbólkur er hvørt sunnukvøld kl. 19:00 og er fyri ung í 8. flokki og uppeftir.

Les meira...

Kalendarin

Last month November 2018 Next month
M T M H F L S
week 44 1 2 3 4
week 45 5 6 7 8 9 10 11
week 46 12 13 14 15 16 17 18
week 47 19 20 21 22 23 24 25
week 48 26 27 28 29 30