VELJA SAMKOMU

Hví skal eg koma í eina samkomu?

Hví skal eg koma saman við øðrum trúgvandi?


Hetta eru spurningar, sum eru heilt náttúrligir at seta sær. Eitt orðatak sigur: ”Ringur felagsskapur spillir góðar siðir”. Hetta er satt, og ein kann eisini venda hesum við, og siga: ”at góður felagsskapur verjir góðar siðir”.

Bíblian sigur: ”at vit ikki skulu halda uppat at koma saman” og í hesum sambandi gevur Bíblian okkum hesa áminning: ”Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum.”

Hebron er ein samkoma, sum ynskir at vera viðkomandi fyri øll. Vit ynskja, at tú skalt føla teg væl, og vit ynskja, at vit øll skulu fáa hvør annan ”at brenna í kærleika og góðum verkum”.

Tað er ikki alneyðugt, at tú velur Hebron, sum tað staðið, har tú ynskir at savnast saman við øðrum trúgvandi  - MEN - tað er neyðugt hjá øllum at taka áminningina til eftirtektar um: ”IKKI AT HALDA UPPAT AT KOMA SAMAN”!

Kunning

  • 12.03.18
    So at siga øll kunning viðvíkjandi Hebron á Argjum er á Facebook. Vit hava eina Facebooksíðu, sum eitur Hebron á Argjum - Vælkomin! Tú ert vælkomin at dáma síðuna og harvið fáa boð um dagføringar. Á kalendaranum til høgru á heimasíðuni stendur nær og hvørji tiltøk eru í Hebron!
    Les meira...

Ung

í Hebron

Squash er fyri tey, ið ganga í 5.-8. flokki og er nú hvørt hóskvøld kl. 19:00 til kl. 20:30 í Hebron. Vit spæla, hoyra bíbliusøgu, hava spurnarkappingar, fáa ein góðan drekkamunn og vit práta og hugna okkum saman. - Sí kalendaran!

Ungdómsbólkur er hvørt sunnukvøld kl. 19:00 og er fyri ung í 8. flokki og uppeftir.

Les meira...

Kalendarin

Last month September 2018 Next month
M T M H F L S
week 35 1 2
week 36 3 4 5 6 7 8 9
week 37 10 11 12 13 14 15 16
week 38 17 18 19 20 21 22 23
week 39 24 25 26 27 28 29 30